Nethandil

MARIA NILA

Vit eru sera ernar sum fyrsta salong í Føroyum at kunna bjóða okkara kundum alskyns vørur innan hárrøkt frá svenska merkinum MARIA NILA. Soleiðis siga MARIA NILA um seg sjálvi:


“Vit eru meiri enn eitt vanligt hárrøktarmerki. Øll okkara framleiðsla er ment við kærleika til djór og náttúru, hetta merkir, at vørurnar eru 100% veganskar, cruelty-free (skaða ikki djór) og, at pakkitilfarið er óskaðiligt fyri umhvørvið. Við at bjóða fram vørur til hárrøkt við høgari góðsku, gera vit tað nevniliga lættari fyri salongirnar og brúkararnar at taka eitt stig móti eini ljósari framtíð...”


Lesið meira um MARIA NILA her:
https://marianila.com/se/

ÚTKOYRING OG GJALDING


Høvuðsstaðarøkið: Vøra bíløgd í gerandisdøgum, verður koyrd út, uttan eyka kostnað, innan tveir dagar. Uttan fyri høvuðsstaðarøkinum: Vøra bíløgd í gerandisdøgum, verður send við Posta innan tveir dagar.


Til ber at rinda umvegis bankaflyting.

MARINA NILA - GÓÐKENNINGAR

PETA


PEOPLE FOR ETHICAL TREATMENT OF ANIMALS er heimsins størsta djórarættarfelag. PETA hevur eftirlit við okkara tilfari fyri at tryggja, at vørurnar eru 100% veganskar, og at ikki nakrar royndir við djórum ikki eru farnar fram.

LEAPING BUNNY


LEAPING BUNNY er ein sertifisering, sum verður givin av CCIC – THE COALITION FOR CONSUMER INFORMATION ON COSMETICS. Her hava átta stórar djórarættarfelagsskapir í felag ment eitt forrit, sum kannar, at ongar royndir við djórum eru farnar fram. Tá vøran fær góðkenning frá CCIC, fær ein rætt til at brúka symbolið LEAPING BUNNY.

VEGAN SOCIETY


VEGAN SOCIETY introduseraði orðið Vegan í 1942 og er bæði millum teir størstu og elstu vegansku felagsskapir í heiminum. Ein vøra, sum er við prýdd tí vælkendu sólblómu, hevur góðkenning frá VEGAN SOCIETY, sum aftur merkir, at vøran er 100% vegansk, og at ongar royndir við djórum eru farnar fram.

PLAN VIVO


PLAN VIVO rekur umhvørvis- og burðardyggar verkætlanir runt í øllum heiminum. Tá ið vit kompensera fyri veðurlagnum gjøgnum PLAN VIVO fáa jarðarbrúkfamiljurnar í Nicaragua búskaparligan stuðul til endurgróðseting av skógi á bønum. Á henda hátt kunnu vit stuðla ymiskar jarðbrúkarar samstundis sum vit geva okkara natúru og umhvørvi høvi til at endurnýggja seg.