Hárfríðkan

HÁRFRÍÐKANARSTOVAN SALONG ADA

ANN MARI, ADA & BARBARA


Salong Ada lat upp 27. mars 2017. Á salongini starvast Ada Joensen og Barbara Terjadóttir.


Ada Joensen eigari, er útlærd hárfríðanarkvinna, make-up artist og stylist, og hevur arbeitt við fakinum í skjótt 15 ár. Ada er eisini útlærd teknikari hjá Balmain innanfyri setan av hár extensions.


Barbara Terjadóttir er útlærd hárfríðkanarkvinna, make-up artist, og hevur arbeitt við fakinum síðani 2007. Barbara er eisini útlærd teknikari hjá Balmain innanfyri setan av hár extensions. Hon hevur áður starvast í Tórshavn, Vági og Danmark.  


Ada og Barbara vóru í læru samstundis, og í juli 2018 gjørdist Barbara partur av toyminum hjá Salong Adu.


Ann Mari varð útlærd í 1988 og hevur verið fakinum líka síðani. Gjøgnum árini hevur Ann Mari hildið fakligu førleikarnir við líka við taka ymisk skeið og læra nýggjar arbeiðshættir.


Hon hevur starvast í Danmark í 12 ár, í Hillerød og Keypmannahavn, og annars starvast í Føroyum síðani 2007. Hon gjørdist partur av Salong Ada toyminum í oktober 2021.


Salongin er opin gerandisdagar, og eftir nærri avtalu leygardagar. Vitjan uttanfyri vanligum upplatingartíðum kunnu avtalast nærri við salongina.


PRÍSIR HÁRFRÍÐKAN